kort
Jens Marni Hansen á Skarv

Jens Marni Hansen er eitt heitt navn í føroyskum tónleiki í løtuni, og hann leggur eisini leiðina fram við Skarv

Ein av spennandi og aktuellu føroysku tónleikarunum í løtuni er Jens Marni Hansen, sum fyrr í summar gav út fløguna ”The right way”. Fløgan hevur fingið framúr góða móttøku og liggur eisini í fløgusavninum hjá mongu føroyingi í dag.

Fríggjakvøldi og Leygarkvøldi spælir Fyrrverandi Showmaðurin so á Skarv. Jens Marni hevur víst, at hann er ein framúr góður einstaklingur, og er altíð gott lív í, tá Jens Marni Hansen spælir og syngur á Skarv